Seks bretskir hermenn deyðir av spreinging

Seks bretskir hermenn doyðu, tá hernaðarbilurin, sum teir vóru í, sprongdist í luftina í Afghanistan í dag. Hermenninir vóru á ferð á markinum millum Helmand og Kandahar.

Tað er ikki heilt greitt, hvat tað var, sum sprongdist, men serfrøðingar siga, at annaðhvørt var tað ein vegjaðarabumbu ella eina gamla bumbu frá teirri tíðini, tá Sovjetsamveldið hevði hermenn í Afghanistan.

Hetta er tað størsta einstaka mannfallið hjá bretska herinum síðani 2006, tá ein tyrluvanlukka kostaði 14 hermonnum lívið. Frá árinu 2001 hafa 404 breskir hermenn fallið í Afganistan.