Seks bilførarar koyrdu alt ov skjótt

Tveir vóru á markinum til at missa koyrikortið

Í gjár hevur løgreglan verið á ferð við lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og tað vísti seg, at fleiri bilførarar koyrdu ov skjótt – og summir bilførarar koyrdu alt ov skjótt.  Seks bilførarar fingu nevniliga klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari um tíman enn loyvt er.

 

Tveir bilførarar vóru akkurát undir markinum fyri at missa koyrikortið treyta, tí teir koyrdu næstan 111 um tíman, annar í Kaldbaksbotni og hin í Eysturoynni Fýra aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman á Skipanesi, har tað er loyvt at koyra 50.

 

Løgreglan sigur, at annars er ein bilførari tikin tí illgruni er um, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum og so veldst um, hvat hon vísir.