Seks bilførarar tiknir á Glyvursvegi

Ikki færri enn seks bilførarar blivu í gjár tiknir fyri at koyra ov skjótt á Glyvursvegi

Glyvursvegur er vegurin frá nýggju brúnni um Sandá og niðan á Hamarin á Argjum. Talan er um stóran og breiðan veg, har tað er gott at koyra, og tað tykist sum um, at bilførarar ofta hava lyndi til at koyra dekan ov skjótt á strekkinum.

Í gjár var ferðsluløgreglan á staðnum og gjørdi ferðmátingar, og ikki færri enn seks bilførarar blivu tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Fýra teirra fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ávíkavíst 75, 75, 79 og 82 kilometrarar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Tveir aðrir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum, tí teir koyrdu ávíkavíst 89 og 91 kilometrar um tíman.