Seks bilførarar fingu 12.500 krónur í bót

Í gjárkvøldið var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna. Tað var Yviri við Strond í Havn, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Og tað var ikki heilt til fánýtis, tí seks bilførarar fingu bót. Fimm av teimum koyrdu allir tætt upp ímóti 70 kilometrar um tíman, og tað gevur teimum ein bót upp á 2.000 krónur í part.

 

Tann eini bilførarin koyrdi 71 kilometrar um tíman, og umframt at fáa 2500 krónur í bót, fær hann eisini klipp í koyrikortið

 

Í gjár var annars nógvur vindur, men løgreglan hevur ikki fingið nakrar fráboðanir um skaðar, uttan okkurt smávegis um onkrar plátur, sum vóru loysnaður.