Seks bilar kappast um at vera feitast

Í dag byrjaði stóra tiltakið Føroya feitastu bilar 2016 í SMS, har seks bilar kappast um heiðurin sum feitasti bilur í Føroyum.


Ein dómsnevnd, mannað við Halleluja-Sofus, Magnus Gunnarson og Óla Mouritsen hava valt seks bilar, sum frá í dag av standa á Torginum í SMS. Fríggjadagin er so ætlanin at avdúka hvør bilur teir tríggir halda vera feitast, umframt at tá fæst at vita hvønn bil tey vitjandi í SMS hava valt.


Gudmund Helmsdal er fyriskipari av tiltakinum, og við in.fo sigur hann, at fólk hava tikið væl móti tiltakinum.


- Umleið tað sama talið av bilum vóru við í kappingini í ár sum í fjør, hóast nógvir av teimum, ið vóru við í fjør, ikki eru við í ár, sigur fyriskiparin við in.fo, og leggur afturat.


- Fólk sýna hesum stóran áhuga, og her eru fleiri fólk enn ein vanligan týsdag. Nógv steðga á, hyggja eftir bilunum og kjakast so um hvønn bil tey halda skal vinna.


Vinnarin av kappingini verður avdúkaður fríggjadagin kl. 19, og tá er ætlanin eisini at skipa fyri einum biltreffi, sigur fyriskiparin.


- Vit rudda starvsfólkaparkeringsøkið aftanfyri SMS har vit fara at grilla, og bjóða so øllum at koma og vísa sínar bilar, sigur Gudmundur Helmsdal.