Ein eldsbruni í einum húsum í amerikanska statinum Pennsylvania tíðliga í morgun kostaði seks børnum og einari kvinnu lívið. Myndugleikarnir siga, at fleiri fólk vóru í húsinum, og at tað eydnaðist nøkrum teirra at sleppa út. Men seks børn og ein 24 ára gomul kvinna brunnu inni.
Børnini, fýra gentur og tveir dreingir, vóru ímillum tvey og tíggju ár.
Sambært løgregluni í Pennsylvania kyknaði eldurin stutt fyri klokkan hálvgum fýra í morgun, men enn veit løgreglan ikki, hví eldur kom í húsini.










