Seks av átta tjóðveldisfólkum í Havn

Í nýggja løgtinginum vaks umboðanin í høvuðstaðnum frá 10 til 14 tingfólk. Serliga er í Tjóðveldinum, sum hevur seks tingfólk, sum búgva í høvuðsstaðnum Sambandsflokkurin hevur størstu breiddina kring landið. Bert floksformaðurin, Kaj Leo Johannesen, býr í høvuðsstaðnum.

Fólkaflokkurin hevur tvey umboð í høvuðsstaðnum, Annika Olsen og Poul Michelsen.

Javnaðarflokkurin hevur trý fólk í Havn, Helena Dam á Neystabø, Katrin Dahl Jacobsen og John Johannesen.

Sjálvstýrisflokkurin hevur annan tinglimin í Havn, Kára á Rógvi.

Tjóðveldisflokkin hevur seks fólk í høvuðsstaðnum, Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen.

Miðflokkurin fekk ein tinglim í Havn, floksformannin, Jenis av Rana.

Tilsamans eru nú 14 tingfólk úr høvuðsstaðnum, meðan teir í gamla tinginum vóru tíggju.