Seks av sjey landsstýrisfólkum møttu

Hóast atfinningar frá tingmanni, so møttu allir landsstýrismenn ikki á fundi mikudagin, tá munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólk vóru á skránni í løgtinginum

Tá tingfundurin endaði týsdagin heitti Henrik Old, løgtingsmaður, á tingformanninum at fáa landsstýrisfólkini at møta á tingfundinum dagin eftir, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni.

 

– Landsstýrisfólk flýggja yvir háls og herðar, tá ið spurningar eru á skrá, segði Henrik Old.

 

Løgtingsformaður vísti á, at tað í longri tíð hevur verið greitt, nær munnligir fyrispurningar eru á skránni, og tá eiga landsstýrisfólk at møta.

 

Hann visti ikki, hvussu tað fór at vera, men lovaði at taka málið upp.

 

Um hann hevur gjørt tað, er ikki greitt. Men sambært gerðabókini hjá løgtinginum, so møttu øll landsstýrisfólk á fundi uttan Bjørn Kalsø, og allir tingmenn uttan Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, sum vóru á fundi í Norðurlandaráðnum.