Seks ár síðani seinast

Liga Cup: Manchester United hevur bíðað í seks ár eftir at vinna eitt steyp

Manchester United vann sunnudagin Liga Cup steypakappingina í Onglandi við einum 2-0 sigri á Newcastle. Hetta er fyrsta steypið í seks ár hjá annars sigurvanda felagnum.

 

- Hetta hevur manglað í felagnum. At koma her og vinna eitt steyp er fantastiskt. Vónandi kunnu vit byggja víðari upp á hesa kensluna, tí vit vilja hava fleiri løtur sum hesa, sigur Marcus Rashford, sum skoraði annað málið í finaluni.

 

Manchester United tapti millum annað Europa League finaluna í 2021 móti Villarreal. Nú er vónin, at Europa League steypið eisini verður vunnið í hesum kappingarárinum, eftir at felagið vann á FC Barcelona í fyrsta umfarinum í endaspælinum.

 

- Hetta steypið kann bara standa her, tí vit vinna eitt afturat, segði Erik ten Hag við einum brosi, tá hann gloymdi at taka steypið sær eftir tíðindafundin sunnudagin.

 

Eitt annað steyp, sum Manchester United kann vinna er FA Cup. 5. Umfar í kappingini verður í vikuni, har Manchester United skal spæla móti West Ham á Old Trafford mikukvøldið.