Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har KÍ í kvøld fær vitjan av B68. Heimaliðið hevur vunnið 10 av 11 heimadystum. Einasta ferðin, at tað ikki er eydnast klaksvíkingum at vinna fulla úrtøku, var 1. september, tá ið B36 megnaði 1-1 í Klaksvík.
Meðan setningurin hjá KÍ er at taka stórt fet fram ímóti FM heitinum, so er setningurin hjá B68 at vinna stig í royndini at sleppa undan hóttandi niðurflytingini. Í hesum umfarinum hevur B68 verið tvey ár í bestu deildini. Fimm ferðir hava B68 og KÍ dystast, og KÍ hevur vunnið allar dystirnar við samantalda málmuninum 24-0.
Síðsta ferðin, at B68 í bestu deildini hevur skorað ímóti KÍ, var í 2016, tá ið annar dysturin í Klaksvík endaði 4-1. Síðsta ferðin, at B68 hevur vunnið stig í Klaksvík var í 2014, tá ið tað endaði málleyst. Tað árið vann B68 tvær ferðir á heimavølli ímóti KÍ – 5-3 og 1-0.
Hjá B68 eru Rói Mørk Hentze og Lukasz Cieslewicz langtíðarskaddir.
Hjá KÍ eru Odmar Færø og Jonn Johannesen. Deni Pavlovic hevur í vikuni vant saman við liðfeløgunum, eftir at hann hevur verið darvaður av vøddaskaða.
KÍ – B68: Dagfinn Forná kl. 19.00.