55 ára gamla kvinnan, Helle Lindie Holm Rasmussen, sum stakk føroyingin Martin Jacobsen við knívi við teirri avleiðing, at maðurin seinni doyði, er í rættinum í Herning dømd fyri tað, sum danir rópa "dødsvold".
Tað er eitt nevningating, sum hevur tikið hesa avgerð, og soleiðis varð kvinnan ikki dømd fyri manndráp. Fongsulsrevsingin er ásett til seks ár.
Helle Lindie Holm Rasmussen hevur sagt, at hon handlaði í sjálvverju, tá tilburðurin fór fram.
Eftir at dómurin er avsagdur, hevur kvinnan fingið umhugsunartíð, um hon fer at kæra dómin inn fyri landsrættin.
Tað var í september í fjør, at hendingin fór fram. Kvinnan stakk knívin í búkin á 63 ára gamla føroyinginum.
Tað var Martin Jacobsen, sum sjálvur dró knívin úr aftur búkinum, og tað var eisini hann, sum ringdi til alarmsentralin. Hann doyði seinni av løstinum.
- Í telefonini náddi hann eisini at siga, at hann hevði sligið kvinnuna, soleiðis at hon var uttan vit, skrivar Ritzau.
Ríkisadvokaturin helt, at grundarlag var fyri at døma kvinnuna fyri dráp, men hesum var rætturin ikki samdur í.
- Helle Lindie Holm Rasmussen hevði ikki ætlanir um at drepa Martin Jacobsen, og tí dømdi nevningatingið hana fyri "dødsvold" - og ikki fyri manndráp, skrivar tíðindastovan.










