Seks á rað hjá United

Manchester United vann í dag ein sannførandi sigur móti arvafíggindunum úr Liverpool

 

Stóra grannauppgerðin í enskum fótbólti millum tey bæði mest vinnnadi feløgini í enskum fótbólti, Manchester United og Liverpool hevur í dag verið á skránni.

 

Og hóast dysturin var tættur, har Liverpool hevði nógvar stórar møguleikar, so gjørdist úrslitið tó, at Manchester United vann ein greiðan 3-0 sigur.

 

Serliga Manchester United málverjin, David De Gea, átti sín stóra leiklut í, at Manchester United í dag helt málið reint, tí í eini fimm førum, vísti hann bjargingar, ið vóru í heimsflokki.

 

Manchester United legði seg á odda, tá 12 minuttir vóru leikti. Antonio Valencia streyk avstað í høgru síðu, og legði bóltin fyri føturnar á Manchester United liðskiparanum, Wayne Rooney, ið smekkaði bóltin trygt í netið. Beint áðrenn hevði Raheem Sterling hjá Liverpool brent ein risa møguleika.

 

Málið til 2-0 hjá Manchester United kom stutt undan hálvleiki. Eftir innlegg til aftaru stong, kom spanski miðvallarin hjá Manchester United at standa púra leysur, har hann fekk høvdað bóltin í netið. Eftir røttum skuldi málið til 2-0 tó verið kolldømt fyri rangstøðu, tí Juan Mata var offside, tá Robin Van Persie skallaði bóltin víðari í feltinum.

 

Tá 71 minuttir vóru leiktir, fall avgerðin í dystinum. Eftir gott kontraálop, eydnaðist tað Juan Mata at spæla bóltin fyri føturnar á Robin Van Persie, ið smekkaði bóltin í málið til 3-0.

 

Sigurin ber við sær, at munurin millum Manchester United og Liverpool heldur fram at økjast. Liverpool er nú 10 stig aftanfyri Manchester United, meðan Manchester United einans hevur 8 stig upp til Chelsea á fyrsta plássi. Manchester United hevur nú vunnið seinastu seks dystirnar á rað í Premier League.

 

Manchester United – Liverpool 3-0 (2-0)

1-0         Wayne Rooney, 12.

2-0         Juan Mata, 40.

3-0         Robin Van Persie, 71.