Sekoula á Nordisk 2014

Danska íkastið til Nordisk 2014 konsertferðina er Sekuoia.

Nordisk 2014 konsertferðin har Byrta er ein av luttakandi bólkunum byrjar komandi viku í Galaksen í Værløse. 15. februar kemur konsertferðin til Føroyar.

Umframt Byrtu eru 3 aðrir norðurlendskir bólkar, vit fara at hyggja nærri at, hvørjir hesir eru.

Danska íkastið til konsertferðina er Sekuoia. Bólkurin hevur hitað upp, fyri kendar bólkar sum Veto og Whomadewho, men hevu eisini spælt nógv í Týsklandi, umframt á festivalum m.a. Roskilde Festivalinum.

Sjálvur sigur Sekoula við Gaffa,dk, at hann vildi gera tónleik, ið var eitt balnd millum akkustisk og elektronisk element. Hann roynir gjøgnum tónleikin at lýsa tað kensluna, ið hann hevur um lívið.

Úrslitið er electronica, sum blandar tað organiska og tað elektroniska, við íblástri úr bæði Dubstep og atmosferiskt ambient.



Yvirlit yvir konsertferðina

23/1: Værløse, Galaksen

24/1: Ishøj, Ishøj Kultur Café

25/1: Ballerup, Baltoppen

29/1: Odense, Posten

30/1: Frederiksværk, Gjethuset

31/1: Næstved, Grønnegade Kasernes, Kulturcenter

1/2: Rødovre, Viften

6/2: Birkerød, Mantzius

7/2: Slagelse, Musikhuset

8/2: Helsingør, Toldkammeret

15/2: Torshavn, Norðurlandahúsið í Føroyum (FO)

17/2: Reykjavik, Kex Hostel (IS)

19/2: Akureyri, Græni Hatturinn (IS)

20/2: Reykjavik, Harlem Bar (IS)