B36 heldur ikki, at miðverjin Sekou Tidiane Souare,er nóg góður útlendskur styrkur. Tí er avrátt, at miðverjin ikki skal halda fram í árstalsfelagnum. Tað veit heimasíðan hjá B36 at siga í kvøld:
Tá hópurin til verandi kappingarár varð mannaður, var ein av nýggju spælarunum hjá okkum Sekou Tidiane Souare, sum var ætlaður sum avloysari fyri Odmar Færø í miðverjuni.
Sekou var partur av liðnum tríggjar teir fyrstu landskappingardystirnar í ár, og við avgerandi málinum í fyrsta dystinum gjørdi hann eina entré, sum vildi nakað.
Í samlaðu metingini hevur hetta tó ikki verið nóg mikið, og nú er greitt, at Sekou ikki longur er partur av hópinum hjá okkum.
- Talan hevur ikki verið um beinleiðis ónøgd við avrikini hjá Sekou. Men tá talan er um útlendskan spælara, so er tað okkara fatan, at hesin skal styrkja munandi um hópin. Vit hava saman við venjarunum mett um støðuna, og vit meta, at vit í hópinum hava aðrar spælarar, sum eins væl kunnu røkja hesi plássini, og tí er avgerð tikin um at steðga samstarvið við Sekou, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.
Í fyrstu atløgu verður Sekou verandi í Føroyum, og vónin er, at tað eydnast honum at finna annað felag. Avtalað er eisini, at hann framhaldandi venur við Effo-hópinum hjá okkum, og spæliloyvið kann so undir ongum umstøðum flytast, fyrr enn flytingargluggin letur uppaftur. So tað kann verða, at hann verður at síggja í dysti fyri teir næst bestu hjá okkum.
Her í B36 vilja vit samstundis nýta høvið til at takka honum fyri stutta skeiðið her í felagnum, og vit hava bara góð ynski at bera honum.