Sekkjaður venjari nýggja kjans

Fyri tveimum mánaðum síðani varð Pasquale Marino sekkjaður sum venjari í italska felagnum Udinese, men nú er hann komin inn í hitan aftur. De Biasi, sum avloysti Marino, er nú koyrdur heim, og rættiliga óvæntað er gamli venjarin biðin um at taka við leiðsluni í felagnum aftur. Udinese tapti um vikuskiftið fyri Genoa, og felagið liggur í løtuni á 16. plássi í italsku kappingini. Tað verður roknað sum eitt stórt vónbrot.