Leo Beenhakker, hollendski venjarin hjá Póllandi, fekk í gjár sekkin. Fyri opnum sjónvarpsskíggja staðfesti forsetin í pólska fótbóltssambandinum, Grzegorz Lato, at Beenhakker ikki longur er venjari, eftir at liðið í gjár tapti 3-0 móti Sloveina. Pólland hevur framvegis møguleikan at gerast nummar tvey í sínum bólki og harvið vinna sær rættin til play-off dyst um HM-billettir.