Tað hevur ikki gingið eftir vild við seismisku kanningunum í sambandi við undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð.
Eitt norskt felag hevði átikið sær hesar kanningarnar, men útgerðin hjá hesum felagnum var so illa skadd av arbeiðnum, at norska felagið steðgaði arbeiðnum.
Tí eru neyðugu seismisku kanningarnar ikki gjørdar enn, men nú arbeiðir Landsverkfrøðingurin við at finna eitt annað felag, sum kann gera kanningarnar í Leirvíksfirði. Landsverkfrøðingur ætlar, at hesar kanningar skulu verða lidnar tíðliga í heyst.
Umframt seismisku kanningarnar eru aðrar kanningar gjørdar av botninum um Lorvíkfjørð. Kjarnuborginar eru gjørdar báðumegin fjørðin, og hesin parturin av kanningum er komin undir land.