Hvussu ljóða Føroyar? Tað hava nakrir føroyingar kannað, og á Vísindavøkuni ber til at uppliva, hvussu tað er at lurta eftir Føroyum.
Jens L. Thomsen, tónleikaframleiðari úr bólkinum ORKA, og Uni Árting, jarðfrøðingur, hava saman við jarðalisfrøðinginum Una Petersen verið runt á 5 seismiskum mátistøðum í Føroyum og upptikið seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum fyri at vita, hvussu undirgrundin ljóðar, og um ein kann spæla uppá hana. Hesar upptøkur eru síðani samansettar til tónleik. Framførslan er ein samanrenning av video, surround-ljóði og rúmi og hevur fingið heitið Føroyar 5.2 - Ljóða Føroyar væl?
Fólk hava møguleika at hoyra kreativa samanspæli millum jarðvísind, akkustik og tónlistina hjá bólkinum ORKA seinast í hesum mánaðinum, tá framførsla verður í Öström.