Seismiskar rist­ingar gjørdar til tónleik

Hvussu ljóða Før­oyar? Tað hava nakrir før­oy­ing­ar kann­að, og á Vís­ind­a­vøk­uni ber til at upp­liva, hvussu tað er at lurta ef­t­ir Føroyum.

Jens L. Thomsen, tón­leik­a­fra­mleið­ari úr bólk­i­num ORKA, og Uni Árting, jarð­frøð­ing­ur, hava saman við jarð­alis­frøð­ing­i­num Una Pet­er­sen ver­ið runt á 5 seis­misk­um mát­i­støð­um í F­ør­oy­um og upp­tik­ið seis­misk­a­r rist­ing­ar í hellu, bergi og grót­brotum fyri at vita, hvussu und­ir­grund­in ljóð­ar, og um ein kann spæla upp­ á hana. Hes­ar upp­tøk­ur eru síð­ani sam­an­sett­ar til tón­leik. Fram­førsl­an er ein sam­an­renn­ing av video, sur­round-ljóði og rúmi og hev­ur fing­ið heit­ið Før­oy­a­r 5.2 - Ljóða Før­oy­ar væl?
Fólk hava møguleika at hoyra kre­ativa samanspæli mill­um jarð­vís­ind, akkustik og tón­listina hjá bólkinum ORKA sein­ast í hes­um mán­að­inum­, tá fra­m­f­ørsla verð­ur í Ö­ström.