Seismikkurog fiskiskapur

.

Hóskvøldið 9. oktober kl. 19.00 skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri almennum fyrilestrum um seismik og árinið av hesum á fisk og fiskiskap.

Fyrilestrarnir verða á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni. Ein norskur og ein skotskur granskari fara at tosa um evnið

Fyrilestrarnir verða hildnir í sambandi við at umhvørvisbólkurin undir GEM-samstarvinum skipar fyri kunnandi seminari fyri føroyskum fyrisiting í Havn í hesum døgum.

Í GEM-samstarvinum hava oljufeløgini, ið hava áhuga fyri at vinna olju úr føroysku undir-grundini, sett sær fyri í felag at savna og fáa til vega vitanina, íð er neyðug fyri trygt, effektivt og við ábyrgd fyr umhvørvinum at virka í føroyskum øki. Tað er við fíggjarligum stuðli frá áhugaðu oljufeløgunum, at fyrilestrarnir verða hildnir.

Fyrilestrahaldarar eru John Dalen frá Havforskningsinstituttet í Bergen og Derek Moore ella Clem Wardle frá Marine Laboratory í Aberdeen.

Fyrilestrarnir verða á enskum.