Seismikkur órógvar ikki varandi


 

Fiskirannsóknarstovan sendi í fjør spurnarbløð til fiskiflotan fyri at vita hvussu nógv seismikk spreingingar órógvaðu fiskiflotan. Hetta gjørdu stovan eftir at klagur vóru komnar um virksemið hjá seimmikkskipum. Samstundis eru veiðutølini kannaði fyri tey økini, har seismikkur er skotin.

Niðurstøðan er, at seismikkur órógvar, fiskurin verður stygdur, men at hann kemur aftur á somu leið stutt eftir.

-Tað vilja altíð vera ójavnir fiskidagar og tað er ikki til at siga um tað er seismikkum ella onnur viðurskifti, sum hava ávirkað, at lítið hevur verið at fingið, tá seimmikkur er skotin. Eitt er tó fast, seismikkur gevur ikki varandi trupulleikar har fiskað verður, sigur Hjalti í Jákupstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni.

73 prosent av teimum spurdu svaraðu , at teir hildu at seismikkkanningar órógvaðu fiskiskapin. Tvey prosent søgdu, at teir høvdu fingið meira fisk, har seismikkskip var á leiðini. Onkur hevði gjørt eitt rimmar toskahál, tá hann togaði í móti, har fiskur flýddi undan seismikkskotum.