Seismikkur órógvar

Norskir fiskimenn vilja nú hava oljufeløgini at steðga øllum seismiskum royndum á teimum norðaru oljuleiðunum, nú toskurin er á veg úr Barentshavinum til leiðirnar fram við strondini, har hann skal gýta. Norska fiskimannafelagið vísir á, at í reglunum, sum Stórtingið hevur ásett um oljuleiting í Barentshavinum, verður beinleiðis sagt, at feløg, sum gera seismiskar royndir, skulu vísa serligt varsemi, tá toskurin fer inn ímóti landi at gýta.