Seinur postur

Ein kvinna í suðurtýska landslutinum Saarland fekk nú um dagarnar eitt postkort frá beiggja sínum.

Í sjálvum sær er einki løgið í hesum, men søgan er løgin kortini, tí postkortið varð sent úr París fyri 42 árum síðani. Tað eru umleið 300 kilometrar úr París til Saarland, og bæði franska og týska postverkið ásanna, at hóast posturin ikki altíð gongur so skjótt, so hevur hetta postkortið havt dekan ov langa tíð um at koma fram. Sambært blaðnum Saarbrúcker Zeitung skrivaði beiggin, at hann vónaði at frætta aftur frá systrini skjótt, men hann slapp at bíða leingi.

Franska postverkið hevur eina frágreiðing um, hví postkortið var so nógv seinkað. Tað vísti seg, at frímerkið, sum beiggin hevði sett á kortið, var ikki franskt, men írskt.