Eitt forvitnisligt og afturvendandi tiltak, sum verður hildið á Sandi á hvørjum heysti, er seinsummardagur, sum Sands kommuna skipar fyri.
Seinsummardagar er eitt tiltak, sum – tá veðrið er gott – plagar at savna nógv fólk, bæði úr Sandoynni og fólk aðrastaðni, sum hava hug at vitja oynna ein seinsummardag.
Hóast tann stóri dagurin verður í morgin, leygardagin, tá nógv flest tiltøk eru, so verður kortini ymiskt á skrá longu í dag, fríggjadagin.
Í dag letur Listasavnið upp klokkan 11 og verður opið til klokkan 13, og klokkan 19.30 letur savnið upp aftur. Tá verður bókaupplestur við John Goodlad, eins og skotskur tónleikur verður at hoyra.
Bygdasavnið í Koytu letur upp í dag klokkan 12, og her verður opið til klokkan 14.
Í kvøld klokkan 20 er ætlanin at hava eitt hugnaligt og ókeypis tiltak, tá bæði bál og felagssangur verður niðri á Hamri, og ungmannafelagið Virkið fer at selja pylsur og okkurt leskandi.
Tá ætlaða tiltakið á Hamri er liðugt um 22-tíðina í kvøld, verður kafé við livandi tónleiki og barr í Virkinum, og her verður tað eingin annar enn Jens Marni Hansen, sum fer at spæla.










