Seinsummarstevnan verður heima á Sandi

Sandoyarstevnan verður heima á Sandi í ár frá 20. til 22. august. Ungmannafelagið Virkið skipar fyri stevnuni.

Virkið, sum fyrireikar stevnuna, sigur í tíðindaskrivi, at nógv gott verður á skránni, tí ein bólkur arbeiðir við at fáa stevnuna so góða um ongantíð fyrr. Meira verður at frætta seinni, tá skráin er komin uppá pláss, siga tey.

Sandoyarstevnan er á hvørjum ári í Sandoynni. Í fjør var hon í Skopun, í ár á Sandi, komandi ár verður hon í Skálavík og síðani í Húsavík. Seinast stevnan var á Sandi, var í 2006.