Fyri sjeyndu ferð verður nú aftur skipað fyri Seinsummardegi á Sandi, og tað er Sands kommuna, sum øll árini hevur tikið stig til hetta tiltak saman við ymiskum lokalum áhugabólkum. Tiltakið er vorðið fastur táttur á hvørjum ári, og tí kann sigast, at tiltakið eisini er komið í eina fasta legu.
- Trivnaðartiltøk hava stóran týdning fyri at fáa fólk at støðast uttan fyri miðstaðin, og Seinsummardagurin er eitt framúr høvi hjá familjum, vinum og kenningum at hugna sær og knýta bond sínámillum og við staðið.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, vísir á, at Sandoyggin stendur yvirfyri stórum broytingum, og við bøttu samferðsluviðurskiftunum fyri framman, heldur hann, at grundarlag er fyri, at oyggin aftur kemur at mennast við fólkameingi.
- Hóast tað ikki enn sæst aftur í fólkahagtølunum, er Sandoyggin eitt livandi og liviligt stað, har nógvir spírar eru at síggja. Sandsbygd er best egnaða økið í landinum til landbúnað, og tað er serliga grønmetisframleiðslan, sum hevur vind í seglunum í løtuni.
Borgarstjórin vísir á, at hetta sær eisini út til at kunna menna seg enn meiri, nú ætlanir eru í umbúna um ein háskúla innan hetta økið.
- Umframt at tað er sera spennandi at fylgja gongdini og menningini á hesum øki, leggur hetta eisini grundarlag fyri trivnaði og eini felagskenslu av at megna at lyfta í felag. Tað er eisini hugaligt at frætta um vinnuligar spírar aðrastaðni í oynni, sum vónandi fáa fast undir fótum, sigur Brandur Sandoy.
Hann vísir á, at Seinsummardagurin hesaferð serligan leggur dent á at siga frá søguni um Sands bygd og um tað, sum eyðkennir bygdina og umhvørvi. Sjóneyka verður sett á lokalt framleiddar vørur, samstundis sum dagurin eisini er serstakliga barna-og familjuvinarligur, har meginparturin av tí, ið fyriskipað verður, er ókeypis.
- Gleðiligt er at síggja, at Seinsummardagurin á hvørjum ári savnar fleiri og fleiri fólk úr oynni og somuleiðis, at fleiri og fleiri avoyggjafólk leggja leiðina suður at hugna sær hendan dagin. Verið øll somul hjartaliga vælkomin á Seinsummardag á Sandi í morgin, eru orðini hjá borgarstjóranum.