Tað er í kvøld at ÍF og Víkingur spæla sínar seinnu dystir í Europa League.
Víkingur skal í eldin longu klokkan 16:00 føroyska tíð, tá teir í Riga í Lettlandi møta Daugava Daugavpils.
Víkingur vann fyrra dystin 2-1 á Svangaskarði, so Víkingur hevur eitt gott útgangsstøðið til dystin í kvøld. Vit skilja úr Víkinga hópinum at allir mans eru tøkir til dystin í kvøld.
Klokkan 19:00 spælir ÍF á Tórsvølli móti finska liðnum Mypa 47. ÍF tapti fyrsta dystin 1-0 í Finnlandi.
Hjá ÍF mangla onkrir leikarar til dystin í kvøld. Clayton Soares, Áki Petersen og Dánjal á Lakjuni eru allir burturstaddir, meðan Fritleif í Lambanum er skaddur.
Vit hava samrøður við umboð fyri Víking og ÍF á in.fo seinni í dag.