Seinni hálvleikur var framúr góður

(Rás2) Hoyr kvinnulandsliðsvenjaran, Pætur Smith Clementsen taka samanum 0-5 tapið ímóti Slovenia fyrr í dag

Føroyska kvinnulandsliðið spældi í dag fjórða dystin í HM-undankappingini, har tær skuldu royna at fáa uppreisn eftir at hava verið fyri stórtapum í fyrstu trimum dystunum, nevniliga 8-0 ímóti Kekkia, 8-0 ímóti Íslandi og seinast 11-0 ímóti stórtjóðini, Týsklandi.

 

Dysturin í dag var á útivølli ímóti Slovenia, sum hevði tapt sínar báðar fyrstu dystir greitt ímóti Týsklandi og Kekkia. Tað vóru einans sjey minuttir farnir av dystinum í dag, tá ið Slovenia legði seg á odda 1-0. Málskjútti var Lara Prisnakar.

 

Næsta málið kom tá ið lítil hálvur tími var spældur, men so gekk eisini skjótt. Álopini regnaðu inn yvir høgru síðu, og tað var haðani, at øll fýra slovensku málini komu í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var nevnilia 4-0 til Slovenia.

 

Í seinna hálvleiki stóðu tær føroysku seg nógv betur. Tær hildu skipanina betur og vóru eisini lívligari. Hetta gjørdi tað truplari fyri Slovenia, sum tó fekk eitt mál afturat ímóti endanum. Slovenia vann harvið dystin 5-0.

 

Hetta var síðsti dystur hjá føroysku kvinnunum í 2017. Næsti dystur hjá Føroyum verður 9. apríl næsta ár. Tá kemur Ísland á vitjan.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr landsliðsvenjaran, Pætur Smith Clementsen taka samanum avrikið.

 

Pætur Smith Clementsen harmast um fyrra hálvleik, har føroyska liðið lat fýra mál inn. Hann er hinvegin sera nøgdur við seinna hálvleik, sum hann heldur var framúr, og tað hevði týdning fyri hann og spælararnar, at tað bleiv endað við einum góðum seinna hálvleiki.