- Seinni hálvleikur avgerandi

Jónstein Petersen spældi í vinstra borði hjá NSÍ í steypafinaluni, og hann sigur, at eftir ein heldur vánaligan fyrra hálvleik spældi NSÍ væl í seinna hávleiki

Jónstein Petersen, sum fyri fyrstu ferð vann nakað fyri besta NSÍ liðið, helt, at hálvleikurin var vendipunktið í dystinum.
- Eftir ein illa spældan fyrra hálvleik, har vit als ikki megnaðu at vísa nakað, komu vit ógvuliga væl við í seinna hálvleiki, og innsatsurin var ein heilt annar eftir steðgin, segði ein glaður Jónstein Petersen eftir sigurin. Jónstein vísti á, at eftir ein vælleiktan seinna hálvleik hevði NSÍ uppiborið at vinna dystin.

Brotsspark og reytt kort ok
Sambært Jónstein Petersen vóru nógv umstíddu dómaraavgerðirnar í lagi.
- Pól Thorsteinsson kom við eini eftirtakkling, og tað var í lagi, at hann fekk seinna gula kortið. Hóast eg ikki rættiliga sá brotssparkið, skilji eg á lagnum, at Helgi varð hildin, og tá er tað brotsspark, so dómaraavgerðirnar vóru ok, sigur Jónstein Petersen at enda, sum fyri fyrstu ferð vinnur eina føroyska kapping á besta NSÍ liðnum.