Vøruhúsið á Hjalla og Tryggingarfelagið Føroyar fara at kappast kl. 11.15 á Rás2 Gráa Pakkhús hjá Skipafelagnum hevur longu tryggjað sær pláss í finaluni í firmakappingini hjá Rás2.
Nú er so spurningurin hvønn teir skulu kappast ímóti í finaluni? Kl. 11.15 fara Vøruhúsið á Hjalla og Tryggingarfelagið Føroyar at kappast um, hvør teirra skal møta Gráa Pakkhúsi í finaluni. Eins og í hinari hálvfinaluni, so verður bara talan um ljóðspurningar til bæði liðini.