Seinnapartin verður lagnuløta á Vágseiði

1. DEILD: Eftir tap við Margáir er tað trýst á FC Suðuroy undan vitjanini úr Klaksvík

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Vágseiði, har FC Suðuroy fær vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Dagin undan ólavsøku var FC Suðuroy á útivølli ímóti EB/Streymi. Heimavøllurin hjá næstbesta EB/Streyma liðnum er við Margáir. EB/Streymur vann 4-1, og liðið hjá Jan Dam lyfti seg við sigrinum fram til sjeynda pláss við 19 stigum.

 

Tað sá gott út, tá ið Jonn Marni Lindenskov eftir eitt korter legði gestirnar á odda. FC Suðuroy var nógv á bóltinum, men tað var EB/Streymur, sum skoraði málini, og løtan kring steðgin var heilt avgerandi.

 

Gutti Dahl-Olsen javnaði í síðsta minutti undan hvíldini, og eftir fríspark legði Poul G. Olsen EB/Streym á odda 2-1 tveir minuttir eftir steðgin. Sum tíðin leið var neyðugt hjá FC Suðuroy at leggja meiri fyri í álopspartinum, og tað kostaði tvey mál í hinum endanum. Gutti Dahl-Olsen og Høgni Hummeland skoraðu.

 

FC Suðuroy er aftast við 12 stigum, og KÍ, sum í dag er gestur á Vágseiði, hevur 15 stig. Á áttanda plássi er HB við 18 stigum. Tí er tað sera týdningarmikið hjá Palla Augustinussen og hansara monnum í FC Suðuroy í dag at vinna fulla úrtøku.