Seinna valumfar næstan óneyðugt

Mið- og høgraflokkarnir vunnu fyrra umfar av franska tjóðartingsvalinum

Jacques Chirac, forseti og stuðlar hansara vunnu sunnudagin fyrra umfar av franska tjóðartingsvalinum.
Mið- og høgraflokkarnir, sum stuðla forsetanum, fingu 44 prosent av atkvøðunum, meðan sosialistarnir, kommunistarnir og teir grønu fingu 37 prosent. Eygleiðarar í París siga, at valúrslitið var ein frammaná til sosialistarnar, sum ikki tykjast vera komnir fyri seg aftan á tann eyðmíkjandi ósigurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lionel Jospin, á forsetavalinum herfyri.
Jean-Pierre Raffarin, forsætisráðharri var fegin um úrslitið sunnudagin. Hann segði, at úrslitið boðar frá, at franska fólkið vil hava broyting í politikkin. Raffarin helt, at hóast sigurin hjá mið- og høgraflokkunum var rættiliga greiður, er einki avgjørt, fyrr enn seinna valumfar hevur verið. Tað verður næsta sunnudag.
Eygleiðararnir ivast tó ikki í, at mið- og høgraflokkarnir fara eisini at vinna seinna valumfarið. Hildið verður, at flokkarnir kunnu fáa 380 limir í ta lægru deildina í tjóðartinginum. 289 er nóg mikið til at fáa meiriluta.
Tann víðgongdi høgraflokkurin, Front National hjá Jean-Marie Le Pen, fekk góð 11 prosent av atkvøðunum, og tað var fýra prosent minni enn á valinum fyri fýra árum síðani. Á forsetavalinum herfyri fekk Le Pen sjálvur 17 prosent. Í París verður hildið, at flokkurin fer at fáa ein ella tveir tinglimir.
Le Pen var alt annað enn fegin um úrslitið hjá flokkinum, og hann segði ta fronsku valskipanina vera ódemokratiska.
Valluttøkan sunnudagin var ógvuliga lítil, og sosialistarnir, kommunistarnir og teir grønu eggja nú sínum veljarum til at fara á val næsta sunnudag fyri at venda úrslitinum, men politiskir eygleiðarar siga, at tað er ov seint at venda úrslitinum nú.