- Vegna trupuleikar við ferjuleguni í Skopunar er Hasfjord ikki farin úr Skopun enn, og Teistin fær ikki lagt at í Skopun.
Tað siga tey á heimasíðuni hjá SSL nú seinnapartin í dag.
Lagt verður aftrat, at Landsverk arbeiðir við at loysa trupulleikan við ferjuleguni í Skopun sum skjótast.
- Orsakað av hesum trupulleikum verður túrurin hjá Hasfjord av Gomlurætt klokkan 16.15 í dag ikki sigldur.
Tey, sum ætla sær um Skopunarfjørð við akførum, verða biðin um at bíleggja sær pláss við Teistanum.
- Eisini kann roknast við, at seinkingar verða á leið 60 tað, ið eftir er av degnum.
Sambært ferðaætlanini, skuldi Teistin loysa á Gomlurætt klokkan 15.50, men skipið hevur júst loyst og er nú á veg til Skopunar, smáar 20 minuttir seinkaður.
Dagført: Tað fer at taka eina løtu, áðrenn ferðafólk og bilar, sum eru við Teistanum, sleppa í land í Skopun. Við bryggjuna í Skopun liggur Hasfjord, men hann liggur ikki við rampan.
Teistin hevur sett fólk hjá Landsverki í land við eykalutum til rampuna, og síðan hevur Teistin lagt seg út fyri Skopunarbygd at bíða, meðan arbeitt verður upp á rampuna.
##med2##