Seinkingar og avlýsingar í flogferðsluni

Ringa veðrið á okkara leiðum darvar flogferðsluna.

Ringa veðrið á okkara leiðum argar flogferðsluni í dag. Fleiri av flogførunum til Føroyar eru seinkaði í dag, men tað er serliga íslandsrutan, ið er rakt.


Illveður í grannatjóðini fyri vestan hevur við sær, at flogfarið, ið eftir ætlan skuldi fara til Íslands í morgun, er avlýst, og í staðin verður fráferðin flutt til í morgin klokkan átta.


Tað hevur sjálvandi við sær, at ætlaða fráferðin úr Íslandi í dag eisini er avlýst, og í staðin verður flogið úr Keflavík klokkan tíggju í morgin.


Harumframt er restin av flogferðsluni eisini seinkað. Flogfarið úr Bergen, ið eftir ætlan skuldi lenda klokkan 12.30, er útsett til klokkan 15.35, meðan flogfarið úr Keypmannahavn klokkan 13.55 er útsett til klokkan 14.50.


Seinkingin í fyrra flogfarinum úr Keypmannahavn hevur eisini aðrar seinkingar við sær. Fráferðin til Keypmannahavnar klokkan 14:45 er útsett til klokkan 15.35, umframt at fráferðin úr Keypmannahavn til Føroyar klokkan 20, er útsett til klokkan 20.45.