Seinkingar í flogferðsluni

Øll vanlig flúgving sunnudagin er seinkað, og Atlantsflog heitir á ferðafólk um ikki at koma vestur í Vágar, fyrrenn tey umvegis heimasíðuna atlantic.fo eru kunnað um, nær flogfarið tey skulu við, ætlast at fara á flog Illveðrið órógvar flúgvingina rættuliga nógv. Tað ber við sær, at øll tey, sum hava ferðaseðil úr Vágum sunnudagin, ikki sleppa avstað ásettu tíðina.

Tað er stórt trýst í terminalinum, og Atlantic Airways heitir á ferðafólk, um ikki at koma vestur, fyrrenn tey vita, nær flogfarið, sum tey skulu við, ætlast at fara úr Føroyum.

Kunningin um flogferðsluna sunnudagin er á heimasíðuni atlantic.fo.

Atlantic Airways heitir á fólk um at nýta heimasíðuna at kunna seg við. Bíðitíðin á telefon kunningini er rættulig long, tí trýstið er so stórt.

Ætlanin er, at trý flogfør skulu fara úr Vágum fyri døgurða sunnudagin.

Tað fyrsta er RC1456. Hetta er flogfarið, sum leygarkvøldið skuldi fara til Keypmannahavnar. Tað lættir úr Vágum sunnudagin klokkan 10.00.

Annað flogfarið er tað til Ålborg, 1480, sum skuldi havt verið farið leygardagin (RC 480). Tað lættir klokkan 10.45.

RC 454 til Keypmannahavnar fer á flog klokkan 11.00.

Fleiri flogfør, sum skuldu verið komin til Føroya leygardagin, bíða uttanlands. Á atlantic.fo ber til at síggja, nær tey fara at lenda í Vágum.

Sambært veðurvánunum verða floglíkindi sunnudagin.