Seinkað summar

Mai, juni og juli vóru kaldari enn vanligt, og ávirkaði hetta eisini hitan í sjónum á Landgrunninum.

 Sum kunnugt var summarið í Føroyum rættuliga kalt í ár. Sambært heimasíðuni hjá DMI vóru mánaðirnir mai, juni og juli kaldari enn vanligt, og ávirkaði hetta eisini hitan í sjónum á Landgrunninum. 

 

 

 

Tað vísa hitamátingar, sum verða gjørdar við Oyrargjógv.Hetta skrivar hav.fo.

 

 

 

Mynd á hav.fo (sí omanfyri) vísir hitan við Oyrargjógv síðani 2006, samanborið við mánaðarliga miðalhitan við Mykines, mátaður frá 1914 til 1969. Á myndini sæst, at mánaðirnir juni, juli og august vóru kaldari enn miðalhitin fyri hesar mánaðir mátað við Mykines. Seinast hetta hendi var í mars 2002. Myndin vísir eisini, at tað var heitari út á veturin í fjør, tá hitamet var sett fyrstu dagarnar í desember.

 

 

 

Meira sæst á www.hav.fo