Seinkað nærum eitt hálvt ár – fyribils

Gunvá við Keldu vil hava ferð á málið.

- Eg kann bara staðfesta, at vit eru fimm mánaðir aftanfyri ætlan. Tað er nokk so nógv, tá talan er um eina so stóra verkætlan.


Orðini eigur Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, sum undrast yvir, at ætlaða skúlabygging í Klaksvík liggur still.


Eftir ætlan skuldi arbeiða bjóðast út í august, og byrjast skuldi at arbeiða í november, men nú vit eru komin inn í nýggja árið, er enn einki hent.


- Her er talan um eina stóra byggiverkætlan í trimum byggistigum, ið kostar umleið 150-160 milliónir krónur. Tað er í lagi nú, tá tíðirnar eru góðar, men í Klaksvík vita vit, at tíðirnar broytast skjótt. Tí er týdningarmikið, at vit halda fast um tíðarætlanina.


Býráðslimurin hevur nevniliga ring minnir frá skúlabygging. Tá Ósáskúlin varð umbygdur fyri nøkrum árum síðani, skolaði fíggjarkreppan yvir landið.


- Av royndum vita vit, at trøini ikki vaksa inn í himmalin. Tá kreppan rakti í 2008-2009, vóru við í holt við at umbyggja Ósaskúlan. Tá máttu vit skera inn á bein fyri at spara. Tí er neyðugt, at vit ikki bíða, men seta gongd á hesa verkætlan skjótast gjørligt.


Sjálv hevur Gunvá við Keldu roynt, uttan at eydnast, at fingið eitt svar um seinkaðu verkætlanina.


Til ber at lesa tíðindaskrivið hjá Gunvu við Keldu við at trýsta á her.