Sambært skránni fyri norðoyastevnuna, so skuldi FM-róðurin byrja klokkan 15, soleiðis sum vanligt er.
Men ikki fyrr enn nú - 20 minuttir seinkað - hevur dómarin latið fyrsta skotið av.
Heðin Hansen, sum er annar av høvuðsdómarunum, segði við Kringvarpið, at orsøkin til seinkanina er, at barnamanningarnar í nógvum førum eru ov illa vandar.
Hetta gav trupulleikar í startinum av barnaróðrinum, sum enn ikki er liðugt avgreiddur. Enn restar ein finaluróður hjá børnunum, og verður hesin millum tveir av FM-róðrunum.
Samstundis nýtti Heðin Hansen høvið til at senda eina kraftiga áheitan til feløgini um at venja yngstu manningarnar, soleiðis at tað næstu ferð verður lættari hjá startdómaranum at leggja bátarnar.










