Seinkað summarsigling ávirkar

Tað merkist innan ferðavinnuna, at summarsiglingin hjá Norrönu byrjar seinni í ár enn undanfarin ár

- Jú, vit hava merkt, at summarsiglingin byrar seinni hjá Norrönu í ár. Sesongin hjá okkum plagar at byrja um hálvan mai, men nústaðni mánadagin byrjaðu ferðafólk av álvara at koma, siga tey av Sp/F Skúvadal, sum siglir ferðafólk undir Vestmannabjørgini.

Tað, at Norröna byrjar summarsiglingina seinni og endar hana fyrri, styttir sjálvandi um eina framman undan stutta sesong hjá fyritøkum, sum Skúvadal.

Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at orsøkin til styttu summarsiglingina er vælumtóktu Víkinga-cruise ferðirnar.

- Ferðafólkini sigla til okkara destinatiónir í eina viku, men steðgurin í Føroyum er so stuttur, at stundir ikki eru til túrar sum undir Vestmannabjørgini, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann sigur, at tað longu er avgjørt, at summarsiglingin komandi ár byrjar og endar somu tíð sum í ár.

Um ferðafólkatalið hjá Norrönu sigur Jákup Sverri Kass, at tað ikki er minkað, men kanska heldur kvinkað eitt sindur uppeftir.

Ása Johnsdóttir, forkvinna í Gistingarhúsfelagnum, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um talið av gistingum í summar, men at okkurt bendir á, at tað higartil er heldur lægri hjá stóru hotellunum í Havn.

- Óivað hevur tað eina ávirkan, at Norröna byrjar summarsiglingina seinni í ár, sigur Ása Johnsdóttir.