Seinkað málviðmerking

Eyðun á Borg
----

á Borg á fedradegi 2012
Takk fyri viðmerkingina, Hjalmar! Hugaligt, tá frøðingarnir á Setrinum koma út undan væðingini.
ØLIN: Sambært móðurmálsorðabókini siga vit ein øl (kvennkyn), tí vit hugsa um fløskuna (ølfløska). Løgið, at tú ikki vilt kennast við hesa einføldu orsøk.
Annars sømir tað seg kanska ikki at skriva um ølið/ølina, sum hevur elvt til manga vanlagnu.
BESTEMMA eitur t.d. avgera ella ráða á føroyskum.
DEILA eitur t.d. býta ella luta á føroyskum.
MASSI eitur t.d. mongd, nøgd, fjøld á føroyskum.
Eitt sindur ófólkaligt at biðja hálvgamlan málvin sløkkja útvarpið, tí hann helst ikki vil hoyra danismur í máltátti Útvarpsins.
Við føroyamálskvøðu