Tíðin er komin, at geva gerandisdegnum og lagnunum hjá føroyskum kvinnum tað pláss í bókunum, tær so ríkiliga hava uppiborið. Tað heldur høvundurin Dagny Joensen, sum við søgusavninum Terradropar ger eina roynd at viga upp ímóti tí ovurhonds nógva plássi, søgur um roysni og brøgd hjá monnunum hava fingið í siðsøguligum tilfari á føroyskum. Har frá, sum høvundurin stendur, verður heimurin nevniliga framvegis býttur sundur í ?okkara? søgur og ?teirra? søgur, og okkara søgur duga kvinnur sjálvar best at fortelja.
Kynsfatanir
Tær 12 fylgjandi kvinnusøgurnar er gerandisligar, syrgiligar, ræðuligar og onkur tankavekjandi. Felags fyri tær allarflestu er, at kvinnurnar yvirliva, oftast sterkari enn tær vóru frammanundan, eftir at hava funnið seg í kúgan, harðskapi, insest, drykkjuskapi, pengagreði, ótrúskapi, og øðrum ólevnaði hjá monnunum. Teir menninir, sum ikki eru størri ella minni lúshundar, eru í besta føri ónyttur, keðilig góðdýr ella bara til okkara dreymum. Og tær kvinnurnar, ið hóast alt liva eitt vanligt lív, eru skjótar at koma í tankar um, hvussu nógv betri alt hevði verið, um bara maðurin var meir spennandi. Eitt nú Sigga, sum fús gevur góð ráð víðari, sum ?Gift dig, gift dig ikke. Begge dele fortryder du.? ella endurgevur einkjuna, sum spurd, hví hon ikki fær sær ein mann, svarar, at ?Eingin kjaftur forletur himmiríkið frívilliga.?
Ringu royndirnar hjá kvinnum við monnum spæla ein so gjøgnumgangandi leiklut í bókini, at góða sambandið millum tey bæði í søguni ?Einki at vísa fram? mest sum kemur óvart á lesaran og fær ein dám av at vera undantakið, ið prógvar regluna. Eisini tykist tað sum, at seinasta søgan um vælnøgdu einkjuna Britt mest sum er skoytt uppí sum fyri ein ordans skyld at staðfesta, at alt ikki nýtist at vera neyð og elendigheit kortini.
Søgan ?Tað andaliga skal vera miðdepilin í mínum lívi? er í allar mátar øðrvísi og ein av teimum fáu, sum lyftir bókina upp um sína svørt/hvítu kynsfatan. Hetta er søgan um Sáru, sum er sannførd um, at sex hoyrir hjúnarbandinum til, og sum tekur tað sum eina sjálvfylgju, at tað er kvinnan, sum stendur fyri tí húsliga arbeiðinum. Søgan stendur sterk, tí Sára er so friðsæl í síni trúgv, og tí hon umboðar eina lívsfatan, vit sum oftast velja at tiga í hel ? ikki tí hon er ræðulig, men tí hon er provokerandi ómodernað eftir ráðandi nútíðar kvinnumátistokki.
Vantandi fokus
Bygnaðarliga er søgan um Sáru eisini tann einasta, sum varveitir tað fokus, sum hinar meir og minni missa úr eygsjón, tí heimildafólkið sleppur at reika higar og hagar og draga inn síðusøgur, sum til endan máða støðið undan ætlaðu søguni. Ì heila tikið ber bókin brá av, at alt ov lítil ritsjtórn er farin fram, serliga í byrjanini av søgunum, har ymisk sløg av kaffipráti royna at kroysta okkurt slag av hugnaligum stemningi niður yvir samrøðuna millum høvundan og frásøgukvinnuna.
Sum heild er skrivingarlagið hjá høvundanum stirvið og einsháttað. Og hóast royndir verða gjørdar at skifta millum 1. og 3. persóns frásøgn, umframt at serliga avgerandi brot ofta verða dramatisera, eydnast tað ongantíð høvundanum at geva søgunum ta inniligu og ótilgjørdu røddina, henni stendur í boði við persónligum søgum sum hesum. Eina rødd, sum eigur sín stóra lut í, at júst hetta tekstaslagið vanliga hevur so stóran lesaratokka.
Ótíðarhóskandi
Sum tekstir eru søgurnar í Terradropum dømi um tað slagið av dokumentarismu, vit kanska kenna best frá donsku kvinnurørsluni í 70 unum. Endamálið var tá at geva kvinnunum eina rødd og eitt pláss í almenna rúminum, tær ikki høvdu havt fyrr. Røddina fingu tær, og síðani hevur lítið verið at sæð til hesa sjangruna í hesum høpi. Inn til nú við Terradropum, sum í so máta má sigast at hava ligið sjóvarfallið av sær. Hesar søgurnar eru nevniliga ikki nýggjar, heldur ikki í almennum føroyskum høpi, hóast tær kanska ikki hava verið savnaðar í eini bók á sama hátt. Tær hava verið at lisið og hoyrt í føroyskum kvinnuskaldskapi, í Kvinnutíðindum og bløðunum, í sendingum sum Tilvera og Cassiopeia og allar feskastu dømini um tær, finna vit beint nú í nýggja blaðnum Kvinna. Hendan sannroynd ger ikki søgurnar í Terradropum minni viðkomandi, sannar ella hjartanemandi. Men at rætvísgera útgávuna av teimum við at vísa til, at ?Størsti syndarin er er ósagda orðið?, sum høvundurin ger í eftirskriftini, er í besta føri ótíðarhóskandi.