Í fráfaringarhøllini vóru boðini nevnliga, at brek var á veðurradaranum á flogfarinum, sum skuldi flúgva til Graz. Heldur enn at bíða, til hesin var umvældur, valdi leiðslan í Atlantic Airways, at bíða eftir flogfarinum úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda klokkan 13.45.
Heilt sleptir upp á fjall verða landsliðsspælararnir tó ikki. Alt ferðalagið varð nevnliga boðið niðan á Hotel Vágar at stytta sær stundir.










