Seinkað ein tíma

Tá ið fyrsta flogfarið í morgun hjá Atlantic Airways skuldi avstað, var okkurt galið við brennievniskontrollinum, so ov nógv brennievnið kom til motorin.

Úrslitið av tí var, at login frá motorunum var størri enn vanligt, og tí fór flogfarið ikki avstað, og ferðafólkini fóru í land aftur.

Eingin vandi var.

Tey bíðaðu ein góðan tíma og fóru við einum øðrum flogfari til Danmark.

Brekið á hinum flogfarinum er rætta, og tað flogfarið er á veg avstað nú.