Seinkað dreymaflogfar

Amerikanska Boeing verksmiðjan hevur boðað frá, at royndarflúgvingarnar av nýggja 787 Dreamliner flogfarinum verða seinkaðar í tríggjar mánaðir.

Talan er um flogfar, sum er munandi lættari enn vanligu aluminumsflogførini, og sum tí brennur munandi minni enn verandi flogførini. Í fráboðanini sigur Boeing, at seinkingin stavar frá seinkanum í arbeiðinum við serliga Flight-control forritinum, og tí felagið hevur undirmett arbeiðið at framleiða serligu besløgini, sum skulu halda skrokkinum saman.