Ebay hevur seinastu vikuna selt hotelkømurini, sum Ronaldo, Kaka, Adriano, Roberto Carlos og Ronaldinho hava sovið í undir venjingarleguni í Schweiz. Ein nátt í somu song, sum Ronaldo júst hevur sovið í á Park Hotel Weggis í Schweiz, seldi best.
Kamarið hjá Ronaldinho lá leingi á odda, men beint áðrenn sølan steðgaði, varð tað boðið 1.010,00 sveisiskir frankar um 4800,00 krónur fyri eina nátt á kamarinum hjá Ronaldo. Kamarið hjá Ronaldinho varð selt fyri 850 sveisiskir frankar.
Í alt fekk eBay 3200,00 sveisiskar frankar fyri søluna av kømurinum, og allir pengarnir fara vælgerðararbeiði í Brasilia.
Vanliga kosta kømurini millum 480 og 780 sveisiskir frankar fyri eina nátt.