Seinastu tyrlupallurin skal dagførast

Fugloy: Ov tíðliga er at siga nakað um tíðarætlanina, men neyðugt er í øllum førum at dagføra tyrlupallin á Kirkju.

Talan er um eitt arbeiðið, sum er liður í eini dagføring av tyrlupallunum í landinum.
Hetta er eitt krav frá Statens Luftfartsvæsen (SLV), og tá hetta arbeiðið er liðugt, lúka allir tyrlupallar í Føroyum tær ásettu treytirnar.
Sum støðan er í dag, er sjálv prosjekteringin liðug. Keyp av lendi til hesa verkætlan er kortini ikki fingið uppá pláss.
Hinvegin so er prosjektgóðkenning fingin frá SLV, eins og játtan frá friðingarmyndugleikanum og byggiloyvi til verkætlanina.
Av Landsverki verður upplýst, at henda verkætlanin fer at kosta um 2 mió. kr.