Seinastu Summartónar í Spaniastovu í ár

Svabonio fer at framføra til seinastu Summartónar í Spaniustovu í kvøld.

Summartónar hava sum vant lagt sín serliga dám yvir oyggjarnar síðstu vikurnar, og eitt av støðunum, har framførslur hava verið, er Spaniastova í Klaksvík. Í kvøld verður síðstu ferð í ár, at Summartónar vitja hugnaligu hølini.


Tað er bólkurin Svabonio, ið fer at framføra í kvøld, og spæla tey klassiskan tónleik og fólkatónleik. 


Svabonio er mannað við:


Daniel Rye, clarinet, Fiona Parker, horn, Angelika Nielsen, violin, Ólavur Jacobsen, gitar.