FIMLEIKUR
Í januar og februar hava tríggjar steypakappingar verið í amboðsfimleiki. Seinasta kappingin í røðini var leygardagin, tá ið Føroya Fimleikasamband saman við Ljósinum skipaði fyri steypakapping í amboðsfimleiki á gólvi og í paralellu barrunum.
Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær niðan í høllina á Stórheyggi í Havn leygardagin. Tilsamans 23 fimleikarar frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag kappaðust. Fimleikararnir eru vorðnir nógv betri seinastu tíðina, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl teir megnaðu ymisku torføru lopini á gólvinum. Kappingin gekk skjótt og væl, og fimleikararnir góvu áskoðarunum eina sera góða fimleikauppliving.
Natasja tykist sterk
Hjá kvinnuunglingunum er tað Natasja Olsen frá Ljósinum, sum veruliga hevur spent seg út hesar tríggjar kappingarnar. Hon hevur staðið á ovastu rók hvørja ferð, so tað verður spennandi at vita, um hon eisini fer at vinna FM-heitini í apríl.
Kappingin hjá kvinnunum hevur verið eitt sindur meira spennandi, tí har hevur nýggjur vinnari verið hvørja ferð, og soleiðis var eisini leygardagin. Sonja Joensen og Anita Knudsen, báðar frá Støkk, endaðu javnar við 11,2 stigum. Hinar steypakappingarnar hava Kristina Toftegaard frá Støkk og Elinborg T. Durhuus frá Ljósinum vunnið, so ilt er at meta um, hvør fer avstað við FM-heitunum hjá kvinnunum um tveir mánaðar.
Fáir mansunglingar
Bólkurin hjá mansunglingunum hevur verið sera lítil til steypakappingarnar, sum hava verið, og leygardagin var bert ein fimleikari á listanum. Olivur D. Eiriksfoss frá Havnar Fimleikafelag vann sostatt bæði kappingina á gólvinum og í paralellu barrunum.
Bólkurin hjá monnunum er vaksin í ár, og hóast kappingin hevur verið hørð, hevur Fróði Mortensen frá Havnar Fimleikafelag verið einaræðisharri allar kappingarnar, og soleiðis var eisini leygardagin, tá ið hann aftur vann sær tvey steyp. Við góðu úrslitunum er Fróði Mortensen eitt gott boð, um metast skal um, hvør fer at gerast føroyameistari í amboðsfimleiki hjá monnum í apríl. So er spurningurin, um Fróði Mortensen klárar at vinna alt, sum vinnast kann í ár.
Barran komin aftur
Leygardagin kappaðust menninir og mansunglingarnir fyri fyrstu ferð í fleiri ár í paralellu barrunum. Kappingin var ein roynd at fáa manligu fimleikararnar eisini at íðka á hesum amboðnum, sum kappast verður á uttanlands. Tað sást eisini á úrslitunum, at fimleikararnir ikki eru serliga vanir við paralellu barrirnar, men gongst sum á øllum hinum amboðunum, verður støðið óivað nógv hægri næstu ferð.
Hetta er annað árið, at slíkar steypakappingar í amboðsfimleiki hava verið, og væntandi verður hetta eisini fastur táttur framyvir. Fimleikararnir eru fegnir um at hava fleiri kappingar at fara til, og eru sera væl nøgdir við hesar tríggjar kappingarnar, sum hava verið í ár. Steypakappingarnar geva teimum høvi til at arbeiða, venja og síggja fram til fleiri avbjóðingar í fimleikaárinum, og teir gerast eisini vanari við at kappast, soleiðis at trýstið ikki gerst so stórt til FM kappingarnar.
FM og Oyggjaleikir
Næstu avbjóðingarnar hjá amboðsfimleikarunum verða í apríl, tá ið føroyameistararnir skulu finnast. Kappingin fyri tveir teir yngstu bólkarnar verður í Havn vikuskiftið 14.-15. apríl, meðan fimleikararnir í teimum eldru bólkunum fara at kappast í Runavík tvær vikur seinni, vikuskiftið 28.-29. apríl. Bæði vikuskiftini verða føroyameistararnir funnir fyrra dagin, meðan amboðsfinalurnar vera seinna dagin.
Í juni verður skipað fyri fimleika-oyggjaleikum á Isle of Man, har kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar fara kappast. Føroya Fimleikasamband hevur enn ikki tikið avgerð um, hvussu nógvir fimleikarar vera við á Isle of Man í summar.