Seinastu spurningarnir avgreiddir

Seinasti dysturin um upp- og niðurflyting varð avgreiddur í farnu viku. Dysturin stóð millum Skála, sum gjørdist næst aftust í triðju deild og GÍ, sum vann silvur í fjórðu deild. Skála vann báðar dystirnar, og halda teir soleiðis fast um sessin í triðju deild, meðan gøtumenn mugu bíða í øllum førum eitt ár, áðrenn hetta skal eydnast teimum.