Klassikarin Músafellan eftir Agathu Christie, sum gongur í Sjónleikarahúsinum í Havn, verður sýndur fyri seinastu ferð í hesari vikuni.
Leikurin snýr seg um ta klassisku søguna... at ein ókendur drápsmaður er millum okkum, hevur gingið í London síðani 1952. Nú er seinasta høvi at síggja leikin í Føroyum og at melda seg í loguna - tann hepna felagskapin av áskoðarum, sum vita hvør drápsmaðurin í Músafelluni er.
Seinastu sýningarnar verða flaggdagin 25. apríl kl. 18.00 og hósdagin 26. apríl kl. 20.00.
Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.